Leita á in.fo

Eyðun Klakstein 07.11.2018 (21:16)

Nógv færri fosturtøkur í Føroyum enn í grannalondum

Tað verða framdar nógv færri fosturtøkur í Føroyum enn í hinum norðurlondunum.

Uppgerð hjá Hagstovu Føroya vísir, at seinastu árini eru umleið 30 fosturtøkur framdar í Føroyum um árið, og tað er nógv lægri enn í hinum norðurlondum.

Verður talið á fosturtøkum samanborið við talið á livandi føddum, verða 29 fosturtøkur gjørdar fyri hvørji 1000 livandi fødd í Føroyum. Í Danmark verða til dømis framdar 264 fosturtøkur fyri hvørji 1000 livandi fødd.

Sum heild eru fosturtøkutíttleikin í hinum norðurlondum – Grønland undantikið – millum sjey og tíggju ferðir størri, enn hann er í Føroyum, skrivar Hagstovan. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her