Nógv fólk hava vitjað Summarlist 2017

Tað hava verið rættiliga nógv fólk á vitjan hjá serstøku summarframsýningini SUMMARLIST 2017, ið Norðoya Listafelag skipar fyri í ár.

 

Kl. 18 varð skipað fyri móttøku í Posthúskjallaranum, har væl av fólk møtti. Borgarstjórin, Jógvan Skorheim flutti fram røðu og fegnaðist um, at Norðoya Listafelag á henda hátt longu hevði tikið komandi mentanarhúsið í býnum til sín og hevði á henda hátt byrjað nýggju leiðina hjá húsinum mitt í býnum og tess komandi tilveru sum mentanarhús.

 

Borgarstjórin vísti á tað umráðandi í, at mentanin hevur góðar karmar í býnum, tó at vit kalla okkum fiskivinnuhøvuðsstaður Føroya.

 

Hans Andrias Jacobsen, spældi tvey løg, og tók til mitt undir sanginum, hvussu fantastisk akustiska ljóðgóðskan var í hølinum. Eftir ætlan skulu tónleikarar eisini halda til í komandi mentanarhúsinum, so nú er hesin partur royndur og góðtikin. Klaksvíkar Sjónleikarafelag og Klaksvíkar Hornorkestur skulu eisini halda til her.

 

Signhild V. Johannesen, forkvinna í grunninum, Mentnarhús í Klaksvík, sum skal standa fyri um- og tilbyggingini at mentanarhúsinum, helt eisini røðu. Hon fegnaðist eisini um, at henda spennandi verkætlanin nú hevði staðið sína roynd, tó at tað kundi síggja eitt sindur møtimikið út, tá ið byrjað varð at tosa um verkætlanina SUMMARLIST 2017. Men at nú var sjón fyri søgn – hetta var ein spennandi framsýning í ikki minni spennandi hølum, sum eru væl egnaði til endamálið.

 

SUMMARLIST 2017 verður alt summar í Posthúskjallaranum við samtíðarlist – eini 130 verk, og á loftin í Isenkram – Kunningarstovuni við eini afturlítandi framsýning – eini 40 verk.