Men visti tú, at blómurnar á trænum kunnu brúkast at gera saft burturúr?
Onki smakkar betur enn tað, sum er heimagjørt. Soleiðis
er eisini við hesi heimagjørdu hylliblómusaftini, sum smakkar av frískligum summari og sól.
HETTA SKALT TÚ BRÚKA:
60 blómuklasar
2 kilo av sukri
3,5 litrar av vatni
4 vistfrøðiligar sitrónir 60 gramm av sitrónsýru
SOLEIÐIS GERT TÚ:
Klipp grønu stelkarnar av
Rist blómurnar varliga, so smákykt og dust detta av
Ikki skola blómurnar
Sitrónirnar skulu vaskast og
skerast í tunnar flísar
Koyr blómurnar, sitrónirnar og
sukrið í eina skál
Kóka vatnið og upploys
sitrónsýruna í vatninum. Stoyt nú hetta oman yvir blómurnar og rør væl
Set skálina kalt í 4-5 dagar. Rør í skálini eina ferð um dagin
Síla saftina gjøgnum eitt viskustykki
Skola fløskurnar við Atamoni, áðrenn tú koyrir saftina í. Fløskan skal hava tættan propp