Nógv kundu verið Bakkafrost-milliónerar

Tað var helst av ringum royndum av Eik-partabrøvum, at so fáir føroyingar settu pengar í Bakkafrost, tá felagið varð skrásett á virðisbrævamarknaðinum í Oslo í 2010.

 

Vit kundu av røttum tosa um »partabrævaveitslu« í Føroyum nøkur ár frammanundan. Tá Føroya Banki (nú BankNordik) í 2006 varð skrásettur á virðisbrævamarknaðinum í Keypmannhavn var sannur gravgangur eftir at fáa fatur á partabrøvum. Tey, sum ikki sluppu at keypa fyri útbjóðingarkursin, sum lá um 170, keyptu fyri kurs 250 dagarnar aftná.

 

Kursurin fríggjadagin var 106. Tað vil siga, at tann sum keypti fyri 100.000 kr í partabrøvum í Føroya Banka, tá bankin fór á virðisbrævamarknaðin í 2006, hann eigur partabrøv, sum eru verd 42.400 krónur í dag. Altso eitt tap upp á 57.600 krónur.

 

Men hjá Bakkafrost hevur gongdin verið ein heilt onnur. Tann, sum í 2010 keypti fyri 100.000 krónur í Bakkafrost, hann eigur partabrøv, sum eru verd 1,2 milliónir í dag. Harumframt hevur hann fingið vinningsbýti fyri 150.000 krónur omaná.

 

Í 2010 var hvørt partabrævið í Bakkafrost vert 31 krónur. Nú er partabrævið 12 faldað í virði, og er vert 372 krónur.

 

Tann, sum tá átti 31 krónur í Bakkafrost hevur fingið 150 kr í vinningsbýti pluss kurshækkingina upp á 341 krónur.

 

Um tú setti 100.000 kr í Bakkafrost í 2010, so hevði tú havt finigð 150.000 kr í vinningsbýtið higartil. Virði á teimum 100.000 er í dag 1.200.000 krónur.

 

So lætt kann tað vera at gerast millióningur.

 

Sigast skal, at tað sjálvandi kann ganga upp og niður á partabrævamarknaðinum. Tann, sum í dag hevur »mist« penagar í BankNordik, kann ikki staðfesta tapið, fyrr enn hann hevur selt síni partabrøv. Men tað kann sjálvandi fara at ganga so væl hjá bankanum, at kursurin fer upp um aftur 250, so er støðan ein heilt onnnur. Og hjá Bakkafrost kann gongdin sjálvandi eisini gerast tann øvugta.

 

At handla við partabrøvum er tí sum at vinna í lottarínum.