fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 9.3m/s

Leita á in.fo

- Liggur tú sjóvarfallið av tær, er eingin bøn, siga deildarleiðari og fulltrúi í Sjóvinnustýrinum.

Vilmund Jacobsen 24.10.2016 (23:35)

Nógv størv á sjónum í vanda

Sjóvinnustýrið hevur bæði við lýsingum, greinum og í loftmiðlunum gjørt vart við, at krøvini at fáa ávís sjóvinnubrøv ella førleikaprógv verða herd eftir 1. januar 2017.

 

Talan er um sjóvinnubrøv til brúgvayvirmenn við handilsskipum, maskinyvirmenn, skipselektrikarar, skipskokkar við handilsskipum og fiskiskipum, og fulltiknar dekkarar og motormenn.

 

Staðiliga hevur verið heitt á øll føroysk sjófólk, sum hava tørv á sjóvinnubrøvum, um at kunna seg um krøvini, og í hesum sambandi hevur verið víst á heimasíðuna hjá Sjóvinnustýrinum - www.fma.fo, har neyv kunning er um øll hesi viðurskifti.

 

Sjóvinnustýrið stúrir nevniliga fyri, at fleiri sjófólk eru í vanda fyri at missa starvið, um tey ikki sum skjótast senda Sjóvinnustýrinum umsókn um sjóvinnubræv.

 

- Vit eru í einari skiftistíð, sum gongur út 1. januar 2017. Hugburðurin - at tað gongur nokk - gongur ikki, tí ert tú siglandi, og tú einki ger við at fáa sjóvinnubrævið ella førleikaprógvið upp á pláss, kanst tú eftir 1. januar standa við ongum starvi.

 

Christel Christoffersen, deildarleiðari og Súsanna Dal Jákupsdóttir, fulltrúi í Sjóvinnustýrinum, vísa á, at tað kann spara siglandi fólki ótrúliga nógva tíð og nógv stríð at gera vart við seg og søkja, áðrenn skiftistíðin rennur út.

 

Tær vísa á, at skiftistíðin er komin fyri at tryggja, at siglandi ikki missa starvið orsakað av øktu krøvunum.

 

- Men, vit hava bara fram til 1. januar 2017 loyvi at endurnýggja sjóvinnubrøv og skriva út førleikaprógv samsvarandi lágu krøvunum. Eftir 1. januar eru hesi sjófólk noydd at fara á skúlabonk í upp til fleiri ár.

 

Tær vísa á, at sum dømi kann nevnast, at um tú siglir sum óútbúgvin kokkur við fiskiskipum ella handilsskipum, kanst tú, meðan skiftistíðin er, fáa sjóvinnubræv grundað á starvsroyndir umborð. Men, letur tú tíðina ganga og ikki syrgir fyri hesum fyri 1. januar 2017, fært tú ikki sjóvinnubræv, fyrr enn tú hevur tikið eina kokkaútbúgving.

 

- Sama er galdandi fyri sjófólk, ið sigla sum fulltiknir dekkarar og motormenn við handilsskipum. Søkja hesi ikki fyri 1. januar, er neyðugt at ganga eitt ár í skúla fyri at fáa førleikaprógvið, siga Christel Christoffersen og Súsanna Dal Jákupsdóttir, sum staðiliga heita á sjófólk um at lata við seg koma. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her