Nógv vilja minnist Heindrik prins

Stórur áhuga hevur verið fyri at skriva heilsanir úr Føroyum til kongshúsið í samnandi við, at Heindrikur prinsur andaðist týskvøldið.

 

Høvi er at skriva í samkenslubók í móttøkuni á skrivstovuni hjá Ríkisumboðnum í Havn, og nógv hava nýtt høvið, verður upplýst frá Ríkisumboðnum.

 

Samkenslubókin verður liggjandi frammi í morgin og týsdagin afturat, tá fólk hava møguleika at skriva í bókina frá klokkan 10 tl 15, tá skrivstovan hjá Ríkisumboðnum er opin.

 

Men fyri at geva fólki uttan fyri høvuðsstaðarøkið sama møguleika at skriva heilsanir, er avtala gjørd við nakarar kommunur um, at samkenslubókin verður liggjandi frammi á kommunuskrivstovuni ella øðrum hóskandi stað í nakrar dagar. Bókin verður liggjandi frammi í Klaksvík 22. og 23. februar, í Runavík 26. og 27. februar og í Vági 1. og 2. mars.

 

Nærri upplýsingar um tað verða at frætta frá einstaku kommununum.