Leita á in.fo

Danjal av Rana 07.12.2017 (09:55)

Nógvir skúlar standa tómir í dag

Øll undirvísing á Glasi í dag er avlýst, vegnu illveðrið, sum hevur rakt Føroyar í morgun. Miðnáms á Kambsdali hevur eisini avlýst alla skúlagongd. 

 

Skúlin við Streymin, í Miðvági og á Giljanesi, í Vestmanna, í Fuglafirði, á Velbastað og á Argjahamri og á Glyvrum og við Løkin eru stongdir. Allir skúlarnir í Eysturkommunu hava eisini avlýst sína skúlagongd. 

 

Fleiri dagstovnar eru eisini stongdir, tað eru teir í Vága kommunu, í Sunda kommunu, á Velbastað, í Fuglafirði og á Eiði.

 

Annars hevur ein ensk veðurstova hevur doypt illveðrið Caroline.

 

In.fo fylgir illveðrinum um landið. Hava tit tips ella myndir, sendið endiliga til post(at)sosialurin.fo ella á Facebook-síðuna hjá in.fo.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her