fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 0°C

Vindur 8.6m/s

Leita á in.fo

Yviri við Strond, Volgaravík. Mynd: Ingi Sørensen

Sólvit Nolsø 20.04.2017 (09:25)

Nógvur vindur í dag

Tað verður fitt av vindi í dag og sambært heimasíður hjá Landsverk, so er vindurin upp í 30 m/s í støðum, í hvirvlum.

 

Tað verður hvassur vindur í dag av vestri, 12-17 m/s, sum seinni í kvøld og í nátt snarar í útnyrðing og minkar eitt sindur.

 

Tað verður turt og sólglottar fyrrapart, men seinnapartin verður samdrigið og ælaveður. Í nátt kann væntast eitt sindur av kava.

 

Hitin um dagin fer at liggja millum fimm og átta stig. Í nátt minkar hann niður millum frostmarkið og fýra stig.