Noma seldi alt beinanvegin

Áhugin fyri at fáa borð á matstovuni Noma er framvegis sera stórur

Í februar letur matstovan Noma, sum fleiri ferðir er kosin heimsins besta matstova, uppaftur í nýggjum hølum í Keypmannahavn. Noma er flutt av Norðuratlantsbryggjuni til Refshaleøen, tey kalla.

Í gjár tók Noma aftur ímóti bíleggingum, og hóast matstovan hevur boðað frá, at prísirnir hækka, og matskráin frameftir fer at kosta 2250 krónur fyri hvønn uttan drykkjuvørur, vóru øll plássini fram til apríl bókað eftir minni enn einum degi.

Nýggja Noma letur upp 15. februar, og matskráin verður býtt upp í tríggjar árstíðir – ein fyri fisk og skeljadjór, ein fyri plantur og ein fyri kjøt og ber.