Nordic Music Camp í Føroyum

Fríggjakvøldið 26. apríl kl.19 verður høvið at hoyra spildurnýggjar sangir, hjá útvaldum norðurlendskum tónlistafólkum

Nordic Music Camp er ein norðurlendsk tónleika-lega, har tónleikarar og sangskrivarar úr øllum norðurlondum koma saman, fyri at skriva nýggjan popptónleik.

 

Fyriskiparnir eru Danny Baldursson úr Føroyum, Marie Møller Foged úr Danmark og Janna Yngwe úr Svøríki.

 

Sangirnar fara tey at skriva og framleiða á tónleikalegu, sum verður á Hotel Norð á Viðareiði, 23-26.apríl.

 

Seinasta kvøldið verður so konsert í Varpinum í Klaksvík. Sangirnir verða ikki allir framførdir, men vit sleppa at hoyra upptøkur av teimum, saman við áhugaverdum lýsingum av listafólkunum.

 

Danny Baldursson, Símun Dam og Rúni Hentze frá DANNY & THE VEETOS fara at framføra. Og Hans Marius Ziska fer eisini at spæla nøkur løg.

 

Nordic Music Camp er komið í lag í samstarvi við DPA, Nordisk Kulturfond, Hotel Norð, Atlantic Airways, FMX, Hotel Hafnia, Klaksvíkar Kommunu og Varpið, og atgongumerki kunnu fáast á atgongumerki.fo.