fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 19.8m/s

Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 10.10.2018 (06:56)

Norðmaður bergtekur í leikluti sum Breivik

Norski sjónleikarin Anders Danielsen Lie verður róstur fyri leiklutin sum hópdrápsmaðurin Anders Behring Breivik í filminum »22 July«.

 

Filmurin verður frumsýndur á Netflix í dag. Handan filmin er bretski filmsleikstjórin Paul Greengrass.

 

Sjálvt um filmurin verður gjøgnumgangandi róstur, so eru ummælaraeygu serliga vend ímóti sjónleikaranum, sum spælir illgerðarmaðurin Anders Behring Breivik.

 

Anders Danielsen Lie er kendur úr filminum »Oslo« hjá Joachim Tries og »Reprise«. Sjónleikaraavrikið hjá honum í seinasta filminum um sorgarleikin 22. juli 2011 er »fantastiskt«, heldur ummælarin hjá Informatión, Christian Monggaard.

 

– Um vit halda, at Greengrass er djarvur, tí hann torir at taka evni upp sum Breivik og Utøya, so vísir Anders Danielsen Lie nærmast ovurdirvi, skrivar hann og leggur dent á:

 

– Hansara Breivik er sum vit minnast mannin frá beinleiðis sjónvarpingini, kaldur og stældur, skrivar hann.

 

Ummælarin hjá Soundvenues er samdur í, at Anders Danielsen Lie vísir sera gott avrik.

 

– Hann hugtekur bæði stórlætisørskapin, einsemið og vesalsemið hjá tí kensluleysa drápsmanninum, sum bluffar við at vera partur av eini størri kollvelting, skrivar Jacob Ludvigsen. Hann gevur filminum tríggjar stjørnur.

 

Filmurin byggir á bókina um »En af os«, sum norski journalisturin Åsne Seierstad hevur skrivað og vísir tilgongdina fyri og eftir álopini 22. juli í 2011.

 

Fyrr í ár var filmurin »Utøya 22. juli« eftir norska filmsleikstjóran Erik Poppe frumsýndur. Her var navnið hjá Anders Behring Breivik valla nevnt. Í staðin var hann umrøddur sum »gerningsmaðurin«.

 

77 fólk doyðu, og umleið 90 vórðu særd, tá Andres Behring Breivik leyp á í Oslo og á oynni Utøya.

 

Ein bumba brast fyrst við stjórnarbygningarnar í Oslo. Har doyðu 8 fólk. Síðani leyp hann á summarleguna hjá ungmannafelagnum hjá norska Javnaðarflokkinum, Arbeiderpartiets Ungdosforbund (AUF). Hann hevði latið seg í sum løgreglumann.

 

24. august í 2012 varð hann dømdur ein forvaringsdóm upp á 21 ára fongsul. Í fjør broytti hann navn til Fjotolf Hansen.

 

/ritzau/


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her