Norðoyingar skulu sjálvir gjalda tunnil

Í morgin fer løgtingið at viðgera uppskotið hjá 9 tingfólkum úr andstøðuni, sum skjóta upp, at P/F Norðoyatunnilin skal gjalda tunlarnar norður um Fjall.

Tað eru tingfólkini:
Jákup Mikkelsen
Bill Justinussen
Jenis av Rana
Joen Magnus Rasmussen Bárður Nielsen
Magnus Rasmussen
Jacob Vestergaard
Helgi Abrahamsen
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur løgtingsmenn

sum hava lagt uppskotið fram. Í stuttum snýr uppskotið seg um, at P/F Norðoyatunnilin skal gera íløguna í tunnilin norður um Fjall soleiðis at hann gerast uttan at tað skal nerva landskassan fíggjarliga.

Uppskotsstillararnir siga soleiðis um ætlanina:

– Nýggir tunlar »norður um fjall« er ein »leingjan« av Norðoyatunlinum. Tí skjóta vit upp at broyta lógina fyri Norðoyatunnilin, so tunnilsfelagið fær heimild, saman við Landsverki, at brúka pening hjá partafelagnum til at fyrireika nýggja farleið »norður um fjall«.

– Fyribils er talan um at fyrireika og forprojektera – undir hesum at gera uppskot til linjuføringar – soleiðis at hetta kann vera grundarlag fyri kostnaðarmeting og endaligari projektering v. m.

Víðari siga teir, at tá úrslitið av hesum fyriliggur, er ætlanin at koma við endaligum uppskoti til Løgtingið.

– Við endaliga uppskotinum hava uppskotsstillararnir í hyggju at fáa broytt verklagslógina fyri P/F Norðoyatunnilin soleiðis, at tunnilsfelagið fær heimild at byggja fjallatunlarnar við tilhoyrandi vegagerð.

Fíggingin verður hugsað soleiðis:

– At partapeningur felagsins verður hækkaður sum framtíðargjøld, ið verða goldin í samsvari við langtíðar løguætlan landsins

– At P/F Norðoyatunnilin tekur byggilán

– At verandi tunnilsgjald heldur áfram til at fíggja rakstur og fíggjarkostnað av lánum

Uppskotsstillararnri halda, at á hendan hátt kann tunnilsgerðin framskundast eini 3-4 ár.

Uppskotið kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER