Leita á in.fo

Grundin har húsini stóðu

Hallur av Rana 07.12.2017 (11:46)

Norðragøta: Hús javnað við jørðina

Norðragøta er serliga hart rakt av ódnarveðrinum Caroline, ið hevur ligið yvir Føroyum í nátt og morgun. Fleiri skaðar hava verið fráboðaðir í bygdini, og fyrr í morgun heitti løgreglan á gøtufólk um at halda seg inni, tí tað ikki var trygt at fara útum.


Trygvi Johanson, virkandi leiðari hjá bjargingarliðnum í Eysturkommunu, greiðir frá, at ódnarveðrið er hæsa eitt sindur av, men uppgávurnar eru enn nógvar. Serliga eru nógvir skaðar komnir av leysum tilfari frá einum húsum, ið eru javnað við jørðina av ódnarveðrinum.


- Ein fyrrverandi grillbarr, ið síðstu árini hevur verið brúkt sum goymsla, fór í ódnarveðrinum í morgun, soleiðis at meginpartin av tí er burtur. Tað hevur elvt til stórar skaðar aðrastaðni í bygdini, sigur Trygi Johanson.


Tað eru ikki bara gamlir bygningar í bygdini, ið hava fingið skaða. 


- Tveir rútar eru farnir í nýggja býráðshúsinum. Vit vita ikki, um teir eru sognir út ella um okkurt er flogið inn í teir, sigur Trygvi Johansen.

 

Tað kemur heldur illa við, tí eftir ætlan skuldi móttøka vera í nýggja býráðshúsinum seinnapartin í morgin, í samband við, at tað bleiv tikið í nýtslu fyrr í vikuni.


Meðan nærum allar fráboðanir um vindskaðar komu úr Norðragøtu í morgun, so byrja fráboðanir nú at koma úr Syðrugøtu.


- Flestu fráboðanir hava verið úr Norðragøtu í morgun, men nú er ættin broytt, og hava vit síðan fingið fleiri fráboðanir úr Syðrugøtu.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her