Leita á in.fo

Barbara Holm 07.12.2017 (16:07)

Norðragøta og Vágarnar harðast raktar

#Rættað klokkan 23.00 - tað var ikki Miðvágur, sum áður nevnd, sum var serliga hart raktur, men Vágarnar sum heild. 

 

Løgreglan sigur nú seinnapartin, at seinasta tíman eru færri og færri fráboðanir komnar um vindskaðar kring landi. Men tað er eyðsýnt, at ódnin hevur rakt partar av landinum sera ymiskt. Tí meðan Norðragøta hevur boðað frá heili 39 vindskaðum, og Vágar heili 46, er bara ein komin úr Suðuroynni, meðan eingin er komin úr Sandoynni.



Sostatt staðfestir vakthavandi á løgreglustøðini í Havn, at ódnin hevur rakt sera ymiskt. Í Norðragøtu fingu at kalla øll hús á einari gøtu skaða, tá ið leysir lutir fóru fúkandi gjøgnum gøtuna. Skaðarnir vóru til dømis alt frá, at ein tekja var sogin av einum neysti, til at vindeygu, hurðar og alt møguligt annað er farið í dag.

 

 

 

Nú seint seinnapartin hevur hann makað vindin nakað, men Landsverk mælir framvegis frá allar óneyðugari koyring. Orsøkin er, at hóast vindurin er minkaður eitt vet, so er framvegis nógvur vindur og nú er hált kring at kalla alt landið eisini. Tí ræður um at halda seg inni, um man upp á nakran máta kann.  


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her