Leita á in.fo

Danjal av Rana 13.03.2018 (14:16)

Norðurlandahúsið fær norskan stjóra

Norðurlendska ráðharraráðið hevur sett Gunn Hernes í starv sum stjóra í Norðurlandahúsinum í Føroyum. Hon tekur við starvinum 1. juni 2018.

 

Hon hevur seinastu tíðina starvast sum framleiðslustjóri í Norðurlandahúsinum í Íslandi. Hon hevur drúgvar royndir frá mentanarøkinum og frá almennari fyrisiting.

- Hesar royndirnar fer hon at gagnnýta saman við sínum norðurlendska og altjóða netverki í hennara nýggja starvi sum stjóri á odda fyri Norðurlandahúsinum í Føroyum, skrivar ráðharraráðið í tíðindaskrivi.

 

Gunn Hernes er fødd og uppvaksin í Noregi og hevur eina mentanarútbúgving frá háskúlanum í Telemark, umframt skeið í list og mentan úr Danmark. Hon hevur áður havt dagliga leiðsluábyrgd av altjóða pallframleiðslum og staðið á odda fyri ymiskum tónleika- og mentanartiltøkum.

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her