Norðurlendsku verjumálaráðharrarnir hittast í Føroyum

Høgni Hoydal og Troels Lund Poulsen eru í felag vertir fyri fundinum millum norðurlendsku verjumálaráðharrarnar

Í dag koma norðurlendsku verjumálaráðharrarnir til Føroya á fund. Talan er um ráðharrafund í norðurlendska verjusamstarvinum NORDEFCO.

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, og danski verjumálaráðharrin Troels Lund Poulsen eru vertir fyri fundinum, sum byrjar í Tinganesi seinnapartin og heldur fram á Hotel Hafnia týsdagin. Vitjað verður eisini á Sornfelli.

 

Á skrá fyri fundin er millum annað trygdarstøðan í Norðurhøvum, samstarv í NATO og kríggið í Ukraina.

 

Lesið eisini: Verjumálaráðharrar hittast í Føroyum í næstu viku

 

Høgni Hoydal og Troels Lund Poulsen eru í felag vertir fyri fundinum millum norðurlendsku verjumálaráðharrarnar