Norrøna fer í dokk í Landskrona í Svøríki

Norrøna leggur væntandi hvørja løtu at bryggju í Hirtshals. Skipið hevur ligið við maskinbreki uttan fyri havnina í Hirtshals í allan dag.

 

Av Smyril Line siga tey nú, at ferðafólk, ið skulu við Norrønu til Føroyar, sleppa umborð skjótast til ber.

 

– Norrøna setur nú kós móti Landskrona í Svøríki, har Norrøna skal í dokk. Ferðin til Landskrona tekur áleið 12 tímar. Øll ferðafólk gista umborð meðan skipið er í dokk, verður sagt av Smyril Line.

 

Norrøna siglir beinleiðis úr dokkini til Føroyar. Væntandi verður farið av dokkini aftur týsdagin.

 

Í løtuni verður væntað, at Norrøna er í Føroyum mikukvøldið ella hósmorgunin.