Norrøna tekur vatnið frá havnarborgarum

– Tað als ikki er nøktandi, at vit í niðara parti í Eysturbýnum hava havt ólag á vatnveitingini í alt ov langa tíð. Eg og fleiri við mær hava gjørt vart við hettar fleiri ferðir hjá avarðandi mynduleikum, og svarið vit hava fingið er, at ólagið á vatveitingini stavar frá, tá Norrøna liggur við bryggju og tekur vatn.

 

Soleiðis sigur ein ørkymlaður havnarborgari við in.fo.

 

Hann vísir á, at tað ávirkar vatnleiðingina hjá íbúgvum yviri við Strond, við Tórgarðsgøtu og Óðinshædd, tá Norrøna tekur vatn frá Tórshavnar havn.

 

– Inn ímillum er tað so galið, at einki vatn kemur úr krananum, og tá so vatnið kemur aftur, er tað gravskitið. Hettar kunnu vit ikki góðtaka, og okkurt má gerast við hendan trupuleikan, sigur borgarin við in.fo.

 

– Vit hava fingið lovað, at tað skal gerast okkurt við trupulleikan, men enn er einki hent.

 

Borgarar hava fingið váttað frá Tórshavnar kommunu, at tað er ein trupulleiki fyri vatnveitingina, tá nógv vatn verður tikið í senn í Tórshavnar Havn. Men hóast kommunan er varug við trupulleikan, so er hann ikki loystur enn.