Norskur topp-dj í Luux

Í kvøld verður TDK, sum er norskur Dj og framleiðari, sum fleiri ferðir hevur spælt fyri heimsstjørnur sum David Guetta, Avicii og Tiesto, at hoyra í Luux í havn.

 

Hann hevur framført á festivalum sum Summerbust og Sensation White, og hevur verið á palli saman við listarfólki sum Alesso, Axwell Ingrosso, Calvin Harris og Deadmouse. TDK var høvuðsstuðul fyri Miley Cyrus, tá hon vitjaði í Noreg, og á Ibiza hevur hann spælt fleiri ferðir á Ushuaia saman við bæði Avicii og Axwell Ingrosso.

 

Hann fer á pall í Luux í Havn í nátt klokkan 02.