fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 3.1m/s

Leita á in.fo

Maðurin, sum flýddi úr arrestini í Mjørkadali í gjár, er dømdur fyri at hava rænt 2,5 milliónir krónur frá triðríkasta manni í Danmark, Niels Peter Louis-Hansen

Eirikur Lindenskov 20.04.2017 (10:17)

Noyddi ríkmann at flyta sær 2,5 mió krónur

37 ára gamli maðurin, sum rýmdi úr arrestini í Mjørkadali í gjár, hevur ein hálvtsætta ára fongsulsdóm fyri vápnað rán.

 

Maðurin breyt inn í húsini hjá Niels Peter Louis-Hansen í Vedbæk í Danmark. Niels Peter Louis-Hansen eigur fyritøkuna Coloplast, og hann sigst vera triðríkasti maður í Danmark.

 

Niels Peter Louis-Hansen og konan vóru inni og sótu til borðs, tá tann tá 36 ára gamli føroyingurin breyt inn til teirra við masku fyri andlitið.

 

– Hann kommanderaði okkum at leggja okkum niður á gólvið. Hann var klanur, í myrkum, professionellum klæðum, andlitið var fjalt í onkrari hettu. Í hondini hevði hann eitthvørt, sum líktist eini skambyrsu, greiddi Niels Peter Louis-Hansen, tá málið var fyri í rættinum.

 

– Hann tekur so ein brævbjálva fram og sigur á enskum: »Les hetta«. Eg lati brævbjálvan upp og lesi brævið, greiddi Coloplast-eigarin frá.

 

Í brævinum var eitt krav um 2,5 milliónir krónur, sum skuldu vera endurgjald til eina japanska gentu, hvørs systir og mamma vóru deyðar í ferðsluvanlukku.

 

Í brævinum stóð, at Niels Peter Louis-Hansen hevði ábyrgdina av ferðsluvanlukkuni, og tí hevði tann 19 ára gamla gentan leigað eini sníkidrápsmann at drepa parið, um hann ikki vildi rinda peningin.

 

– Tú vilt jú fegin spæla sterkur í slíkum støðum, men tað var ikki annað at gera, enn at lesa brævið, greiddi Niels Peter Louis-Hansen frá í rættinum.

 

Hvørki Coloplasteigarin ella konan kendu nakað til japansku ferðsluvanukkuna, men kendu seg tó noydd at flyta pengarnar.

 

– Aftaná segði hann »have a nice evening«, og so fór hann. Síðan sita vit og summa okkum og avráða, hvat vit nú skulu gera. Vit vistu ikki, um fleiri fólk vóru við til hetta, ella um hann stóð uttanfyri og bíðaði. Men eftir eina løtu fór eg niður í kjallaran og ringdi til Securitas og løgregluna, greiddi Niels Peter Louis-Hansen frá.

 

36 ára gamli føroyingur noktaði seg sekan í rættinum og vildi einki siga um sín leiklut í heimaráninum.

 

Tískil fekk rætturin onga frágreiðing uppá, hví tær 2,5 milliónir krónurnar vóru fluttar á hansara konto, og hví brævið, sum Coloplasteigarin varð biðin um at lesa, varð funnið á teldu hansara.

 

Undir rættarmálinum kom eisini fram, at maðurin hevði planlagt ránið í umleið átta mánaðir, til hann 1. mars í 2015 breyt inn í marglætishúsini hjá Coloplasteigaranum í Vedbæk við at bróta ein rút í hurðini við einum steini. Tað kom eisini fram at hann hevði latið seg í sum ein svartur ninja-stríðsmaður.

 

Býarrætturin dømdi mannin hálvtsætta ára fongsul. Maðurin kærdi dómin til landsrættin, sum seinni staðfesti dómin.