fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 11.7m/s

Leita á in.fo

Hendan myndin er tilgjørd við forritið

Barbara Holm 03.01.2018 (16:15)

Nú endar uppsøgnin hjá Rigmor Dam

Sigmund Poulsen, sakførari hjá Liljuni Weihe, sigur við Miðlahúsið í dag, at málið um uppsøgnina av tíðindaleiðaranum nú endar hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í Mentamálaráðnum.  Tí í vikuni verður uppsøgnin av Liljuni Weihe kærd til Mentamálaráðið. Somuleiðis varð millum jól og nýggjár biðið um, at eingin nýggjur tíðindaleiðari verður settur, fyrr enn Mentamálaráðið hevur tikið støðu til kæruna. 

 

 

- Eg siti í løtuni og skrivi kæru til Mentamálaráðið um ósakliga uppsøgn av Liljuni Weihe. Eg vænti at hava kæruna klára í vikuni eftir nýggjár. Eg vil heita á ráðið um at biðja Kringvarp Føroya bíða við at søkja eftir ella at seta tíðindaleiðara fyrr enn kærumálið um uppsøgn hennara er avgreitt, skrivaði Sigmund Poulsen millum annað til Mentamálaráðið millum jól og nýggjár. 

 

 

- Starvið sum tíðindaleiðari í KVF er eitt serligt starv, sum bert eitt er av í Føroyum, og verður nýggjur tíðindaleiðari settur nú, kann Liljan Weihe vera fyri álvarsomum rættarbroti, um uppsøgnin verður ógildað; tí so sleppur hon ikki aftur til arbeiðis allíkavæl, um annar persónur er settur í starvið. Tað má bera til hjá KVF at hava fyribilsleiðara, meðan kæran verður viðgjørd, sigur Sigmund Poulsen, sakførari. 

 

 

Víðari sigur hann, at biðið verður tískil um, at komandi kæran fær uppsetandi virkning upp á starvsetan av øðrum tíðindaleiðara. 

 

 

Síðani Miðlahúsið fyrstu ferð skrivaði um orrustuna í Kringvarpinum, síðst í november mánaði, hava vit biðið um viðmerkingar í málinum frá Jón Brian Hvidtfelt, formanni í Felagnum Føroysk Miðlafólk, frá Øssur Winthereig, nevndarlimi í sama felagnum, frá Ivani Niclasen, redaktøri í Kringvarpinum, sum alment hevur greitt frá einari ósemju í Kringvarpinum, frá Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóra og frá Rúna Heinesen, stýrisformanni. Somuleiðis hava vit spurt Rigmor Dam um eina viðmerking. Vit hava eisini roynt at fingið viðmerking frá teimum trimum journalistunum, sum vendu sær til Kringvarpsstýrið eftir uppsøgnina av tíðindaleiðaranum. Men eingin teirra vil siga nakað um orrustuna í Kringvarpinum enn. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her