Nú er 29 lond klár til HM í fótbólti

Fyri fyrstu ferð í 60 ár glapp HM luttøkan Italia av hondum, men Svøríki er 29. tjóðin, sum er klár til HM í Russlandi næsta ár

Fyri fyrstu ferð í 60 ár glapp HM luttøkan Italia av hondum, men Svøríki er 29. tjóðin, sum er klár til HM í Russlandi næsta ár.

 

Svøríki var í gjár 29. tjóði, sum megnaði at kvalifisera seg til HM í fótbólti.

 

VIÐ 0-0 úti ímóti Italia tryggjaðu sviar sær HM plássið við samlaða úrslitinum 1-0 eftir tveir playoffdystir.

 

Tilsamas eru 29 tjóðir klárar til HM í 2018 av teimum tilsamans 32 landsliðnum.

 

Hesar tjóðir eru klárar:

 

Úr Afrika:

* Tunesia.

* Marokko.

* Nigeria.

* Egyptaland.

* Senegal.

 

Úr Ásia:

* Iran.

* Japan.

* Saudi-Arabia.

* Suðurkorea.

 

Úr Evropa:

* Russland (vertur).

* Belgia.

* Pólland.

* Týskland.

* Ongland.

* Spania.

* Ísland.

* Serbia.

* Frankaríki.

* Portugal.

* Sveis.

* Kroatia.

* Svøríki.

 

Úr Norður- og Miðamerika:

* Meksiko.

* Costa Rica.

* Panama.

 

Úr Suðuramerika:

* Brasilia.

* Uruguay.

* Argentina.

* Kolombia.

 

/ritzau/