Nú er Aslaug sterka kvinnan í Betri

Nevndin í Betri hevur skipað seg av nýggjum, nú Birgir Nielsen hevur lagt frá sær sum nevndarformaður og úr øllum álitissessum í Betri samtakinum

Nevndin í Betri hevur skipað seg av nýggjum, nú Birgir Nielsen hevur lagt frá sær sum nevndarformaður og úr øllum álitissessum í Betri samtakinum.

 

Nýggj forkvinna er Aslaug Gisladóttir. Teitur Poulsen heldur fram sum næstformaður.

 

Sambært tíðindaskrivi frá Betri var tað í gjár, at Birgir Nielsen boðaði nevndini frá, at hann hevur valt ta taka seg aftur. Nevndin í P/F Betri er eisini nevnd í Ognarfelag Tryggingartakaranna, sum er móðurfelag hjá Betri Banka, Betri Trygging, Betri Pensjón og Betri Heim.

 

Í tíðindaskrivinum takkar nýggja forkvinnan Birgiri Nielsen fyri avrik hansara í Betri samtakinum, bæði sum formaður og sum nevndarlimur seinastu árini.

 

– Vit virða avgerð hansara og taka hana til eftirtektar og ynskja honum alt tað besta framyvir, setndur í tíðindaskrivinum, sum eisini endurgevur Birgir Nielsen fyri at siga, at hóast hann ikki heldur seg hava gjørt nakað skevt í málinum um søluna av bygninginum í Hoyvík, hevur hann valt at taka seg aftur fyri at forða fyri, at umtalan av málinum skuldi fáa negativa ávirkan á Betri samtakið.