Leita á in.fo

Birthe Didriksen 07.03.2018 (14:42)

Nú er bjørnin vaknað úr dvala og er klárvaknað

Latið okkum stovna eitt hjálparfólkafelag.

 

Á aðalfundinum 03. mars vórðu tvey uppskot løgd fram til broytingar í lógum felagsins. Tað varð atkvøtt og meiriluti var fyri uppskotunum, so nú verður lógin broytt.

 

Formaðurin skal vera útbúgvin pedagog.

Av fýra nevndarlimum skulu minst tveir vera pedagogar og ein hjálparfólk.

Tað vil siga, at pedagogar nú ALTÍÐ hava meiriluta í nevndini.

Demokratiski rætturin er burtur og diskrimineringin staðfest!

 

Eg vil takka Jógvan Philbrow, at hann vísti seg sum rættan formann fyri limir felagsins, við at heita á øll um at hugsa seg væl um, tí ”málið” er eymt og øll hava fyri stuttari tíð síðani staðið saman um verkfallið. Hann vísti á, at avleiðingar kunnu standast av atkvøðuni, mælti til at kanna málið nærri og heitti á limir felagsins um at atkvøða nei.

 

Eg vil eisini takka øðrum, sum komu til orðana og vísti okkum stuðul og virðing. Tit vita, hvørji tit eru.

 

Nú hevur meirilutin talað og avleiðingin er, at nú er eingin meining í, at Pedagogfelagið umboðar okkum, tí nú hava vit onga ávirkan. Limir felagsins eru ikki javntsettir, men vit gjalda tað sama í limagjaldi sum pedagogar.

 

Ergo er einki endamál at vera í Pedagogfelagnum!

 

Dagstovnalógin: §8. stk. 4. sigur, at "Starvsfólkabýtið á dagstovnum skal í minsta lagi vera 2/3 til námsfrøðingatímar og í mesta lagi 1/3 til hjálpafólkatímar. Í serligum førum kann landsstýrismaðurin víkja frá hesum kravi."

 

Pedagogfelagið bleiv stovnað í 1982, tá vóru bert pedagogar í felagnum. Í 1986 ella 1987 komu fyrstu hjálparfólkini í felagið, og á tí aðalfundinum, bleiv atkvøtt fyri hesi orðingini:

 

§2. Endamál og virki felagsins er at:

a) virka fyri, at fólk við pedagogútbúgving verða sett í øll størv, hvørs uppgáva er at menna børn og ungfólk, eins og tilkomin, sum hava tørv á pedagogiskari menning.

 

T.v.s. at endamálsorðingin er at tryggja pedagogar í øll størv!

§ 2. a) er eisini diskriminerandi og ger mismun á limir felagsins!

 

Hjálparfólkini í Lítlaskógi og Býlingshúsinum í Havn vóru limir í Kommunala starvs- og tænastamannafelagnum.

Fyrst í 1990´unum fekk Pedagogfelagið samráðingarrættin vegna okkum hjálparfólk, og tað merkti fyri meg, at eg fór uml. 1.200 kr. niður í løn um mánaðin og tryggingin minkaði. Tá vóru tað vit hjálparfólk, sum fingu 1 ½ tíma fyri 1 tíma, tá fundur var um kvøldið, og aftaná kl. 21 fingu vit 2 tímar fyri 1 tíma.

 

At tvinga okkum niður í løn og alt annað omaná gjørdi, at tað gav onga meining at vera limir í Pedagogfelagnum, men vit høvdu einki val, tí Pedagogfelagið fekk sum sagt samráðingarrættin!

 

Einki annað felag ger mismun á ella rættari sagt diskriminerar sínar limir.

 

Gjørd ger fær onga vend. Eftir 03. mars hava vit onga ávirkan í Pedagogfelagnum. Argument sum at ”tað ikki er persónligt”, at pedagogar hava ”lisið í so og so nógv ár”, hava ”námsfrøðiliga útbúgving” og at ”Felagið eitur Pedagogfelagið” o.s.fr., hesi kunnu als ikki rættvísgera eina avgerð um at seta demokratiið til viks.

 

Er hetta rættur pedagogikkur, so lekur álvarsliga ímillum teori og praksis! Einasta endamál við at hava okkum í felagnum hereftir er, at vit uttan ávirkan kortini skulu gjalda rokningina fyri verkfallið.

 

Góðu hjálparfólk. Nú er tíðin komin at fara úr felagnum og taka samráðingarrættin við okkum, so vit kunnu stovna okkara egna felag!

 

So latið junglutrummurnar fara í gongd.

Á Facebook er stovnaður ein bólkur sum eitur "Hjálparfólk kjakast".

 

Við vón um at vit fjølment skipa okkara egna felag og standa saman.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her