Leita á in.fo

Nývalda bygdaráðið í Hvalba

Áki Bertholdsen 18.11.2016 (08:50)

Nú er bygdaráðið eisini skipað í Hvalba

Nývalda bygdaráðið í Hvalba hevur nú skipað seg.

Og sum avtalað frammanundan, varð tað Janus Thomsen, sum varð valdur til borgarstjóra, og núverandi borgarstjórin, Trúgvi Gudmundarson, verður varaborgarstjóri í komandi býráðnum.

 

Serliga Janus Thomsen hevði eitt kanónval. Hann stillaði upp fyri fyrstu ferð og fekk heili 144 atkvøður og tað ger hann til treytaleysan toppskorara.

 

Tað er tað mesta, eitt einstakt valevni hevur fingið seinastu heilt nógvu valini, og kanska er tað enntá atkvøðumet í Hvalba.

 

Janus Thomsen er valdur á lista A, sum fekk fimm at teimum sjey kommunustýrislimunum í Hvalba.

 

Sitandi borgarstjóri, Trúgvi Gudmundarson, hevði eisini eitt gott val og fekk væl fleiri atkvøður enn seinast. Men hann fekk 79 atkvøður, ella nógv færri enn Janus Thomsen.

 

Janus Thomsen er Hann er eisini politistur og hann hevur áður sagt, at nú skal hann so samskipa borgarstjórastarvið í Hvalba og starvið sum politistur, har hann ætlar sær niður í tíð.

 

Borgarstjórastarvið í Hvalba er hálvtíðarstarv. Janus Thomsen sigur, at enn veit hann ikki rættiliga, hvat starvið inniber, men hann væntar ikki, at hann verður tann, sum fer at royna at gera tað til fulltíðarstarv.

 

Hetta er nývalda bygdaráðið í Hvalba, aftara rað frá vinstru er tað Niels Jacob Thomsen, Gunnhild Mortensen, Eir J. Norðberg og Niels Olaf Eyvindsson. Fremra rað frá vinstru eru tað Trúgvi Gudmundarson, komandi varaborgarstjóri, Janus Thomsen, komandi borgarstjóri, og Magni Bertholdsen. Tey búgva øll í Hvalba, uttan Gunnhild Mortensen og Niels Olaf Eyvindson, sum bæði búgva í Sandvík, hagar tey eru flutt úr Hvalba fyri nøkrum fáum árum síðani.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her