fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 6.8m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 12.03.2018 (10:35)

Nú er disiplinermál hjá løgregluni eftir

Í dag hendi tað, sum væntað var, at danski statsadvokaturin boðaði frá, at eingin revsisak verður reist móti Bjarna Hammer, tingmanni og løgreglumanni. Tað skrivar Norðlýsið, sum hevur fingið avgerðina hjá statsadvokatinum. 

 

Eftir er tó spurningurin um, hvørt Bjarni Hammer kann halda fram sum politistur eftir tað, sum fram er komið, í tí sokallaða hassjmálinum. 


Sosialurin skrivaði mánadagin 26. februar um málið fyrstu ferð. Kjarnin í greinini um Bjarna Hammer var, at hann í samrøðu við ungar kvinnur segði seg kunna skaffa teimum hassj, og at hann segði seg hava tætt tilknýti til mann, sum innflutti og lá inni við hassji, og at hann tí vanliga kundi fáa fatur á hassji. Eisini umrøddu tey í samrøðuna eina hending, har Bjarni Hammer áður skuldi havt givið ungu kvinnunum hassj. Upptøka er av samrøðuni, og Sosialurin hevur endurgivið partar av samrøðuni í blaðnum.

 

Sosialurin skrivaði eisini í hesum blaðnum, at sum skilst verður sannlíkt eingin revsisak reist móti Bjarna Hammer, og tað er so staðfest í dag. Tó eru sannlíkindi fyri, at løgreglan sjálv kann revsa Bjarna Hammer í einum sokallaðum disiplinermáli sambært tænastumannalógini. Hetta merkir, at løgreglan krevur ein ávísan atburð frá sínum starvsfólkum.

 

Les meira um málið í Sosialinum í dag. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her