Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 07.12.2017 (13:04)

Nú er eisini stongt her fyri allari ferðslu

Í allan morgun hevur Landsverk heitt á bilførarar um at avmarka koyringina mest møguligt, tí líkindini eru so ring.

 

Eitt av sera vandamiklu vegastrekkjunum í morgun, er byrgingin um Haraldsund. Har er so nógvur uppgangur, at tað skolar nógv grót upp á vegin á byrgingini. Tískil hevur Landsverk nú gjørt av at steingja byrgingina fyri allari ferðslu fyribils.

 

Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki, sigur, at tey royndu rudda grótið burtur so hvørt, men tað skolar grót upp á vegin alla tíðina, og tað verður mett at vera til so stóran vanda, at tey gjørdu av at steingja byrgingina.

 

Annars er framvegis hált og krapi í støðum um alt landið. Tað er framvegis ikki koyrandi á Gjáarvegnum, Oyndarfjarðarvegnum og Oyggjarvegnum. Tað er eisini nógvur vindur, og tí verður mælt frá allari óneyðugari koyring.

 

Árni Jacobsen sigur, at í løtuni eru fleiri veðurstøðir óvirknar, eitt nú veðurstøðin á Høgareyni og á Sandavágshálsi.

 

Niðanfyri eru nakrar myndir afturat, sum vísa, hvussu skilið er á byrgingini. Myndirnar hevur Ernst Vágsgarð, arbeiðsformaður á Landsverki, tikið.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her