Leita á in.fo

Barbara Holm 07.12.2017 (12:45)

Nú er eisini streymslit í Fuglafirði

Fyri lítlari løtu síðani fór streymurin í Fuglafirði. Sostatt er myrkt bæði í Fuglafirði og í Vágoynni júst nú. Fyrr í dag hevur verið streymslit í Havn, í pørtum av Norðoyggjum og Eysturoynni, í Leynum og Skælingi, men nú eru bert Vágoyggin og nú Fuglafjørður eisini, sum framvegis bíða eftir at fáa streymin aftur.

 

 

 

 

Sev torir ikki at siga, nær Fuglafjørður fær streym aftur, men væntar tað verður innan fyri ein tíma. Í Vágoynni verður tað ivaleyst innan fyri 30 minuttir.  


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her