fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 4.9m/s

Leita á in.fo

mynd: nordlysid.fo Oliver Joensen

Jóannes Hansen 17.05.2018 (22:25)

Nú er FM stríðið púra opið

Eftir at KÍ í dýrdarveðri í kvøld vann 4-0 á heimavølli í kvøld ímóti EBS/Skála, er FM í kvinnukappingini púra opin.

Øll liðini hava spælt sjey dystir, og EBS/Skála, HB og KÍ hava øll átjan stig.

Málmunurin hjá EBS/Skála er +26, hjá bæði HB og KÍ er hann +18. HB er næstfremst, tí HB hevur skorað 26 mál, meðan KÍ hevur skorað 25 mál.

 

Upprunaliga var dysturin, sum í kvøld var í Klaksvík, ásettur at vera annan apríl. Fleiri ferðir er hann útsettur, og loksins var tað í kvøld, at hann varð avgreiddur.

Munurin var leingi millum lítil og eingin, og tað vóru møguleikar báðar vegir.

 

Tórunn Højgaard Joensen setti hol á miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Veteranurin Rannvá B. Andreasen økti um KÍ leiðsluna, tá ið ein lítil tími var farin, og fimm minuttir seinni varð tað mest sum greitt, at øll stigini fóru at vera eftir í Klaksvík, tá ið Eyðvør Klakstein skoraði til 3-0.

Í næstsíðsta minutti var tað aftur Rannvá B. Andreasen, sum skoraði, og harvið vann Kí 4-0.

 

Tey trý fremstu eru øll farin einaferð av vøllinum uttan úrtøku. EBS/Skála tapti í kvøld, KÍ tapti í fimta umfari 2-1 í Gundadali ímóti HB, og HB tapti í triðja umfari 6-1 á útivølli ímóti EBS/Skála.

 

Áttanda umfar verður mánadagin, sum er annar hvítusunnudagur: B68 – ÍF/Víkingur, KÍ – B36 og HB – EBS/Skála.

 

Støðan: EBS/Skála, HB og KÍ 18 stig, ÍF/Víkingur 6 stig, og B36 og B68 eitt stig.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her