Leita á in.fo

Mynd. Eileen Sandá

Áki Bertholdsen 13.03.2019 (22:05)

Nú er greitt hvar nýggi skúlin á Tvøroyri verður

Nú er greitt, hvar framtíðar fólkaskúlin á Tvøroyri skal vera. Býráðslimir eru at kalla samdir um, at skúlin úti á Tvøroyri er í so ringum standi, at hann er ikki at bjóða fólki, hvørki børnum ella lærarum. Tí hevur býráðið hevur arbeitt í fleiri ár við at byggja ein nýggjan skúla, men fíggjarligt rásarrúm hevur ikki verið fyri tí.

 

Hinvegin er kommunan nú við at koma uppundan, og í hesum sambandi hevur býráðið nú tikið eitt ítøkiligt stig í ætlanini at byggjanýggjan skúla – og tað er at taka støðu til, hvar hann skal vera.

 

Á Tvøroyri eru tveir skúlar, tað er gamli skúlin úti á Tvøroyri og so skúlin, sum varð bygdur í Trongisvági í áttatiárunum. Og á býráðsfundi í kvøld samtykti býráðið, at nýggi skúlin skal byggjast afturat verandi skúla í miðbýnum á Tvøroyri. Samstundis er ætlanin at niðurleggja skúlan í Trongisvági, soleiðis at allur fólkaskúlin í kommununi verður miðsavnaður mitt í býnum.

 

– Tað er tað reina luksus at hava tveir skúlar í einum býi sum Tvøroyri, staðfesti Kristin Michelsen, borgarstjóri á býráðsfundinum í kvøld.

 

Á býráðsfundinum í kvøld varð tað gjørt púra greitt, at tað verður hvørki næsta ár, ella í 2021, at nýggjur skúli verður bygdur, men býráðslimir halda kortini, at tað er eitt stórt stig á vegnum, at avgerð nú er tikin um, hvat hann skal vera.

 

Fleiri av býráðslimunum søgdu, teir kundu ikki ímynda sær ein miðbý við ongum skúlabørnum og teir hildu, at tað var við at skapa nógv lív í býnum, at hann var fullur av skúlabørnum um dagarnar. Harafturat førdu býráðslimir fram, at verður allur skúlin miðsavnaður í miðbýnum, fær býráðið samstundis ein stóran og góðan skúlabygning í Trongisvági til taks, og sum kann brúkast til onnur endamál.

 

Men verður skúlin miðsavnaður í Trongisvági, verður skúlin mitt á Tvøroyri til avlops, men hann er í so ringum standi, at tað verður ein ógvuliga dýr søga at gera hann so frægt ístand, at hann kann brúkast til nakað.

 

Tí tóku seks býráðslimir undir við, at nýggi skúlin skal verða upp at verandi skúla í miðbýnum, og at skúlin í Trongisvági skal niðurleggjast. Men tann eini býráðslimurin, Kristina Roest, er ikki samd við avgerðini. Hon vísir á, at tað er inni í Trongisvági, at tær nógvu barnafamiljurnar eru, og hon heldur, at nýggi skúlin skal byggjast afturat skúlanum í Trongisvági.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her