Nú er grót fylt í Sundsá og ósin farin undir heilt

Hóast Tjóðveldi í andstøðu var hart ímóti stóru havnaútbyggingini í Havnini, tekur flokkurin í samgongu fult undir við, at náttúruperla á Sundi verður løgd undir heilt, siga fólk við alski til náttúruna

Hóast Tjóðveldi í andstøðu var hart ímóti stóru havnaútbyggingini í Havnini, tekur flokkurin í samgongu fult undir við, at náttúruperla á Sundi verður løgd undir heilt, siga fólk við alski til náttúruna

Meðan havnarborgarar á Vaglinum heiðraðu flaggið og sungu tjóðsangin, fóru menn seinnapartin í gjár undir at fylla grót í Sundsá á Sundi, sum sigst vera ein av bara fimm gýtingaráum fyri sjósíl í Suðurstreymi.

Nógvar atfinningar hava verið av, at Tórshavnar kommuna vil sleppa at leggja grót úr Eysturoyartunlinum í fjøruna inni á Sundi. Sambært ætlanini hjá Tórshavnar kommunu, so fara bæði Sundsá, ósin og fjøran undir gamla gerðinum hjá Gustavi á Sundi undir grót.

Í gjár fóru maskinur undir at fylla grót í ánna. Rør eru løgd í ánna, so hon kann renna undir grótinum.


Jóhann Mortensen, útvarpsmaður og náttúruvinur um ein háls, og sum býr í Kaldbak, hevur í lesarabrævi funnist harðliga at Tórshavnar kommunu fyri ætlanina – og ikki minst um, at Tórshavnar kommuna púrasta letur sum luft, hóast hvasslig mótmæli frá kaldbaksfólki.

Hann vísir á, at bygdin Sund var oyðiløgd í áttatiárunum, tá vinnudepil skuldi gerast á Sundi. Men hann kom ongantíð. Í staðin hýsir grótkastið í  dag einum asfaltverki, einum vinnuhúsi og óruddi í tonsatali.

– Virkini kundu ligið manga aðrastaðni í landinum, og um so var, so var pláss fyri vinnum, sum hava við sjógvin at gera á Sundi, vísir hann á.

Og tað er nú sjón fyri søgn, at nýggi meiriltuin í Tórshavnar kommunu heldur fast við ætlanina. Eisini Tjóðveldi, sum hevði so stóran ampa av havnarútbyggingini í Havn, heldur Jóhann Mortensen, sum heldur fram:

– Vit vóru mong, sum roknaðu við, at kommunan fór at broyta støðu. Tjóðveldið í gamla býráðnum var hart ímóti stóru havnaútbyggingini í Havnini. Grundgevingar vóru m. a. umhvørvi, larmur og økt ferðsla. Henda mótstøðan økti óiva atkvøðutalið hjá Tjóðeldi við 500-800 atkvøðum til býráðsvalið, tí nógv í Havn eru ímóti hesi útbygging. Nú mannar Tjóðveldið leiðsluna í býráðnum. Men viðvíkjandi umhvørvinum á Sundi er støðan ein onnur, enn tá talan er um havnaútbyggingina í Havn.

– Løgið. Tí grótkastið á Sundi fer at lýta umhvørvið nógv meira, enn tann stóra havnaútbyggingin í Havnini. Í Havn verður fylt út í fjørðin. Skansin fær frið og larmur frá skipum og lossing verður fjarari frá býlingunum við báðar vágirnar.

– Á Sundi fer partur av okkara vøkru náttúru fyri skeytið. Tað ger tað ikki í Havnini. Og kann ikki roknast við, at eitt vinnuøki á Sundi fer at larma og dálka? Larmurin frá elverkinum og ljósmotorum á skipum, sum liggja á Sundi, er longu frammanundan nógvur á summum ættum, siga fólk, sum búgva á Fløtum í Kaldbak.

– Vit hava bara fimm størri gýtingaráir í Suðurstreymi. Sundsá er ein av teimum. Alingin hevur havt neiliga ávirkan á vistfrøðina, samstundis sum hon hevur bjargað búskapi okkara. So skjótt alingin tók seg upp í sjeyti- og áttatiárunum, minkaðu ella hvurvu sjósílini. Eisini í Sundsá. Tó kunnu sílafiskarar staðfesta, at tá aliringar verða fluttir longur út á firðir ella á aðrar firðir, víkir ella sund, koma sjósílini aftur. Í staðin fyri at bøta støðuna, ger Tórshavnar kommuna ilt verri, sigur Jóhann Mortensen.

– Er ein slík ætlan ikki í andsøgn við tann grøna politikkin, sum nýggi býráðsmeirilutin hevur boðað frá, spyr hann.

Samstundis, sum hendan »umhvørvisvandalisma«, ið summi vilja kalla tað, fer fram á Sundi við vælsignilsi frá Tórshavnar býrað, so skipar býráðið fyri umhvørvisviku í Havn við serligum denti á plastdálking hesa vikuna.


Lesið viðmerkingina frá Jóhann Mortensen VIÐ AT TRÝSTA HER