Nú er Javnaðarflokkurin aftur fullmannaður

Fyri fyrstu ferð síðani fyrsta løgtingsfundin hjá hesi samgongu tann 15. september í 2015 – tann fundin, tá Aksel V. Johannesen varð valdur til løgmann, er Javnaðarflokkurin aftur fullmannaður á tingi. Tað er hann, tí at Sonja Jógvansdóttir hevur biðið um farloyvi.

 

Hon boðaði frá tann 15. september í 2015, at hon tók seg úr Javnaðarflokkinum og hevur síðani verið uttanflokka tingkvinna.

 

Tá tingfundurin varð settur í gjár, læs Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, skriv frá Sonju Jógvansdóttir um, at hon biður um farloyvi frá 2. desember. Hon biður samstundis um, at næsti maður á listanum hjá Javnaðarflokkinum tekur sæti á tingi fyri seg.

 

Næsti maður er Hilbert Elisson, sum fleiri ferðir áður hevur havt sæti á tingi, og sum tí kundi taka sætið uttan atkvøðugreiðslu.

 

Søgan meldar einki um, hvørt hetta merkir, at Sonja Jógvansdóttir er á veg aftur í Javnaðarflokkin. Heldur einki er sagt um, hvussu leingi Sonja Jógvansdóttir verður burtur, ella hví hon er burtur. Men staðfestast kann, at hetta er fyrstu ferð, at hon biður um farloyvi, tí hon ikki kann møta. Men tað er ikki fyrstu ferð, at hon ikki møtir á fundi. Hinar ferðirnar hevur stólurin hjá henni staðið tómur.