fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.3m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 14.11.2017 (16:17)

Nú er Karlamagnusarbreyt einsrættað

Herfyri varpaði fyrst in.fo og síðani Dagur og Vika á ferðsluviðurskiftini á Karlamagnusarbreyt. Orsøkin var, at meðan nógv byggivirksemi eru báðu megin gøtuna, er einki gjørt fyri at betra um ferðslutrygdina.

 

Tungur arbeiðstrafikkur, kranar og maskinur hava koyrt eftir sama strekki, sum skúlabørn ganga hvønn dag. Karlamagnusarbreyt gongur frá Hoyvíkar skúla, Hoyvíkar kirkju og Hoyvíkshøllini niðan til Skúlan við Løgmannabreyt og Hoyvíksvøll. Har er altso talan um skúla í bæði skúla og frítíðarvirksemi hjá børnunum í báðum endum.

 

Meðan gongubreyt er á niðasta strekkinum, frá Hoyvíkar skúla niðan til Bónus, er einki gjørt á ovara strekkinum, frá Bónus og niðan til Skúlan við Løgmannabreyt.

 

Nú hevur kommunan so gjørt broytingar. Ferðsluforðingar eru settar upp allan vegin frá Bónus og niðan, soleiðis at vegurin er gjørdur til ein einsporaðan veg. Hin helvtin av vegbreytini skal nú virka sum gongubreyt. Harumframt eru forboðsskelti sett upp við Skúlan við Løgmannabreyt, so at Karlamagnusarbreyt nú er einvegis, frá Atlagøtu ella Bónus og niðan til Skúlan við Løgmannabreyt.

 

Her eru gomlu myndirnar av Karlamagnusarbreyt

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her