Leita á in.fo

Danjal av Rana 29.01.2019 (12:28)

Nú er kioskin burtur

Nú hvarv hon. Men hon kemur aftur. Hon hevur staðið har trúføst alt árið. Á pappírinum eitur hon Kioskin á Vaglinum, men á mannamunni eitur hon bara Kioskin hjá Astu. Á ólavsøku í 2015 hevði Asta arbeitt í eyðkendu kioskini í tilsamans 65 ár.

 

Kioskin hevur altíð havt sama lit. Einaferð var takið grønt, men nú hevur tað verið blátt í nógv ár. Asta var 15 ára gomul í 1945, tá ið hon tók yvir kioskina frá pápanum. Tá ið hon fylti 18 ár, byrjaði Asta at standa í kioskini.

 

Hvíta og reyða kioskin er veruliga vorðin ein býarmynd. Og hetta er ikki minst Astu fyri at takka. Hon gekk hvønn dag úr Tróndargøtu og oman í kioskina.

 

Hon plagdi at fara til arbeiðis millum klokkan tíggju og hálvgum ellivu, og vera í kioskini til einaferð út á kvøldið.

 

Kioskin er nú koyrd inn á Hjalla, har hon verður "kopierað". Í næstum letur hon upp aftur í nýggjum hami, undir leiðslu av Gist og Vist-samtakinum.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her