Nú er tað álvari

Champions League: Í kvøld verða tvær av fyrru fjórðingsfinalunum og talan er um stórlið, sum skulu á vøllin

Í kvøld verða tvær av fyrru fjórðingsfinalunum í Champions League kappingini. Arsenal fær vitjan av Bayern Munchen og Real Madrid fær vitjan av Manchester City.

 

Tað verður mangan sagt, at tað eri í fjórðingsfinaluni at Champions League kappingini veruliga byrjar. Tað er øll tvey veiku soldaði frá í first bólkaspælinum og síðani í 1/8 finalunum. Til fjórðingsfinalurnar eru ongar avmarkingar til lutakastið og tá kann alt henda.

 

Arsenal – Bayern Munchen (20.00)

 

Heimaliðið hevur ikki verið í eini fjórðingsfinaluni í Champions League í tíggju ár, men tað er eisini ein sannroynd, at liðið hevur ikki verið sterkari enn tað sama hesi árini. Hinvegin eru gestirnir í kreppu í heimligu kappingini, tí meistaraheitið gleppur fyri fyrstu ferð í 12 ár.

 

Væntaðar uppstillingar:

 

Arsenal: Raya; White, Saliba, Gabriel, Tomiyasu; Rice, Ødegaard, Havertz; Saka, Jesus, Martinelli

 

Bayern: Neuer; Kimmich, De Ligt, Dier, Guerreiro; Laimer, Goretzka; Sané, Musiala, Coman; Kane

 

Real Madrid – Manchester City (20.00)

 

Hetta er nokk tvey av teimum sterkastu liðunum í heiminum í løtuni. Real Madrid hevur samlað nakrar av bestu ungu spælarunum í heiminum saman, meðan Manchester City farna kappingarár vann The Treble.

 

Væntaðar uppstillingar:

 

Real Madrid: Lunin; Carvajal, Tchouameni, Rüdiger, Mendy; Valverde, Kroos, Camavinga, Bellingham; Vinícius Júnior, Rodrygo

 

Manchester City: Ederson; Lewis, Stones, Dias, Akanji; Rodri; Bernardo Silva, De Bruyne, Foden, Grealish; Haaland