fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 0°C

Vindur 8.6m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 20.04.2017 (18:22)

Nú er tað púra vist at tíðin fer at halda

Tað er nú púra vist: Tá ið nýtt skúlaár byrjar í august næsta ár, verður tað nýggi, stásiligi skúladepilin í Marknagili í Havn, Glasir, sum fer at taka ímóti teimum næmingunum.

 

Í dag hava politikarar verið á rundferð í Glasi, og har varð tað staðfest, at skúlin verður liðugur til skúlaárið næsta ár.

 

Tá er hann tvey ár seinkaður, tí tá ið spakin varð settur í fyri akkurát fýra árum síðani, varð sagt, at hann skuldi vera liðugur á sumri í fjør, ella í 2016.

 

Men byggingin verður verið fyri bakkasti eftir bakkast og tað hevur seinkað byggingini í ólukkumát.

 

Og fyri nøkrum mánaðum síðani varð ein nýggj tíðarætlan løgd, og eftir henni verður skúlin liðugur ímóti sumri næsta ár.

 

Og Landsverk sigur á heimasíðu síni, at á rundferðini í Glasi í dag varð staðfest fyri politikarunum, at tann tíðarætlanin fer at halda.

 

Tað er víðagitni, danski arkitekturin, sum hevur teknað Glasir og sambært Landsverk heldur hann, at ongin bygningur, hann hevur sniðgivið higartil, er so stórfingin, og liggur í so vakrari náttúru, sum Glasir.

 

Tá ið Glasir eru lidnar, verður hann karmurin um skúlagongdina hjá 1500 næmingum og hann verður arbeiðsplássið hjá 250 lærarum og øðrum starvsfólkum. Hann skal hýsa bæði studentaskúla, handilsskúla og tekniska skúla.

 

Niðanfyri eru nakrar myndir, sum vísa, hvussu Glasir síggja út í dag, og hvussu tað fer at síggja út, tá ið alt er liðugt.