Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 04.12.2018 (15:57)

Nú er tolið uppi hjá Paula Trónd Petersen

Enn er óvist um Løgtingið fer at samtykkja uppskotið um at geva SEV heimild til at lækka prísin á streymi, sum fólk brúka til hitapumpur og til at løða elbilar við.

 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, legði uppskot um hetta fyri Løgtingið tann 25. september. Málið lá í rúma tíð í Løgtinginum, áðrenn tað varð viðgjørd. Men tað varð viðgjørt tann 23. oktober og tá varð tað beint í Rættarnevndina tiliðgerðar.

 

Men síðani hevur tað verið tøgn um málið. Eftir reglunum hevur ein nevnd ein mánað at avgreiða eitt mál í. Klárar nevndin ikki at gera seg lidnan, kann hon biðja løgtingsformannin um at fáa longda freist, men sambært upplýsinginum á heimasíðini hjá Løgtinginum, er tað heldur ikki hent í hesum føri.

 

Og eftir gerðarbókini hjá Rættarnevndini at døma, hevur nevndan heldur ikki havt málið á skrá á nøkrum fundi.

 

Sostatt hevur málið ligið í nevndini líka síðani, ella í hálvan annan mánað. Og nú hevur Pauli Trónd Petersen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, mist tolið, tí nú vil hann hava málið fyri Løgtingið aftur, so at tað kann avgreiðast.

 

Tá ið eitt mál hevur ligið so leingi í eini nevnd, sum hetta, kann ein løgtingsmaður biðja um atkvøðugreiðslu í Løgtinginum um at fáa tað fram aftur, so at Løgtingið kann viðgera tað. Tann rættin brúkti Pauli Trónd Petersen í dag og bað sostatt løgtingsformannin seta tað undir atkvøðugreiðslu í Løgtinginum, at málið skal takast til viðgerar, hóast Rættarnevndin ikki er liðug.

 

Og tann atkvøðugreiðslan verður á løgtingsfundi í morgin.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her