Nú er Volkswagen klárt á odda

Seinastu hagtølini frá Akstovuni vísa, at Volkswagen er klárt á odda sum mest seldi bilur í Føroyum.

Seinastu hagtølini frá Akstovuni vísa, at Volkswagen er klárt á odda sum mest seldi bilur í Føroyum.

 

Higartil í ár eru seldir 251 Volkswagen bilar. Næstur Volkswagen er Toyota, sum í mong harrans ár hevur verið mest seldi bilur í Føroyum við 217 seldum bilum.

 

Ford og Renault kappast um triðjaplássið við ávikavist 175 og 172 seldum bilum.

 

Taka vit bara august mánað, so er Volkswagen eisini tá mest seldi bilur. 32 eru seldir í augustmánaði. Ford á øðrum plássi hevur selt 28 bilar, Renault á triðja plássið 25 bilar.

 

Higartil í ár eru seld 2.059 nýggj akfør. Tar er ein vøkstur frá sama tíðarskeiði í fjør upp á góð 11 prosent. Tá vórðu seld 1.858 nýggj akfør. Av teimum 2.059 nýggju akførunum, sum eru seld higartil í ár eru 1.544 persónbilar. Tað er 16 prosent fleiri enn í fjør, tá 1.333 nýggir persónbilar vórðu seldir teir fyrstu átta mánaðirnar.

 

Hagtølini fyri mest seldu akfør í august mánaði síggjast her:

 

Bilmerki

Akf.tal

VOLKSWAGEN

32

FORD

28

RENAULT

25

KIA

14

MERCEDES-BENZ

13

TOYOTA

13

VOLVO

12

NISSAN

11

AUDI

7

BRENDERUP

7

 

 

Hagtølini fyri mest seldu akfør fyrstu átta mánaðirnar í ár síggjast her:

 

Bilmerki

Akf.tal

VOLKSWAGEN

251

TOYOTA

217

FORD

175

RENAULT

172

NISSAN

134

VOLVO

122

KIA

119

MITSUBISHI

87

SUZUKI

85

PEUGEOT

80