Leita á in.fo

Annika Kunoy Im 12.08.2017 (18:02)

Nú eru Toto komnir til Klaksvíkar

Bólkurin Toto eru júst komnir til Klaksvíkar fyri lítlari løtu síðani. Arbeismennirnir hava verið í Klaksvík síðani tíðliga í morgun, men nú eru mennirnir í bólkinum komnir,  og teir fara at gera ljóðroynd nú um eina løtu, greiðir Erik Biskopstø, fyriskipari, frá.

 

 

Erik Biskopstø er sjálvur stórur Toto fjeppari, og hevur fingið høvið at heilsa uppá hetjur sínar úr Amerika.

 

 

- Eg eri stórur Toto fjeppari, og teir eru mínar tónleikaligu hetjur. Tað var við bivandi hjarta, at eg heilsaði uppá teir, sigur hann.

 

 

Hann fegnast um, at veðrið er gott, og líkindi eru fyri, at veðrið heldur sær, greiðir hann frá.

 

 

Toto hava spælt í Føroyum fyrr í 1996, og tá spældu teir undir øðrum umstøðum enn í kvøld.

 

 

- Teir eru for stórir til at spæla í ítróttarhøll, sum síðst og hava tørv á størri karmum, sigur Erik Biskopstø, sum fer at njóta konsertina saman við konu síni á bønum millum hinar fjeppararnar.

 

Toto fer á pallin á Vágsbøi klokkan 22.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her