Leita á in.fo

Mynd: Jan Vesala

Danjal av Rana 13.02.2018 (11:18)

Nú fara fimleikararnir at dansa

Hóskvøldið 15. februar fara ungir fimleikarar á pall í Norðurlandahúsinum í sambandi við dansisýningina Redream.

 

Re-dream snúr seg um dreymanna tvístøður og vakurleika. Dreymar um framtíðina kunnu hjálpa okkum, men eisini forða okkum í at liva ta lívið, sum vit ynskja okkum.

 

Re-dream eru tvær sera persónliga dansi-soloir, sum arbeiða við einum almennum tema við einum tragikomiskum dámi.

 

Dansararnir eru Antoinette Helbing og Taneli Törmä. Afturat sær hava tey fimleikarar úr Havnar Fimleikarafelag. Taneli er í hesum døgum í Føroyum og hevur verkstovur og venjingar saman við føroysku fimleikarunum.

 

”Fólk hava ov nógvar dreymar – tey gerast jú bara ólukkulig” (Antoinette)

 

”Mínir barndómsdreymar vóru fullir av eldhugi – sum vaksin maður taki eg vakurleikan í teimum við í mítt lív” (Taneli)

 

Antoinette er týskur dansari og koreografur, sum býr í Keypmannahavn. Taneli er finskur dansari og videokunstnari, sum býr í Odense. Tey eru bæði sera skemtingarsom listafólk og teirr arbeiði er merkt av eini djúpari erligheit. Í Re-dream granska tey ymsu hættirnar, tey handfara dreymar á.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her