Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 05.12.2018 (08:49)

Nú fer løgreglan at stegða bilum í Eysturoy og í Norðoyggjum

Hesa næstu tíðina fer Løgreglan at ansa serliga væl eftir ferðsluni. Tey hava áður boðað frá, at tey fara at leggja serliga stóran dent á at kanna ferðsluna um hesa tíðina, serliga nú, tað er vorðið myrkt og nú jólaborðhald eru kring landið.

 

Og hesa næstu tíðina er tað serliga løgreglan í Norðurøkinum, sum fer at vera úti um seg at kanna ferðsluna, sigur løgreglan. Norðurøkið fevnir um Eysturoy og Norðoyggjar og í hesum sambandi kanna tey, sum feilir eru við bilinum, um hann er skøddur eftir forskriftunum, um lyktirnar lýsa, og um førarin hevur koyrikortið uppi á sær, sigur løgreglan.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her