fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 5.7m/s

Leita á in.fo

Mynd: Álvur Haraldsen

Danjal av Rana 03.01.2018 (15:45)

Nú fer verkfallið veruliga at merkjast

- Tað er nústaðni nú, haldi eg, at verkfallið veruliga kemur at merkjast, sigur Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelagi.

 

Verkfallið hjá pedagogunum bleiv hert í morgun, so at tað nú eisini umfatar pedagogar, sum starvast í fólkaskúlunum, hjá Sernámi og í forskúlum.

- Her eru sjálvandi onkrar reaktiónir komnar frá teimum, sum brúka stovnarnar. Fyri vanliga borgaran hevur tað [verkfallið] kanska ikki merkst so væl um høgtíðina, men inni á Almannaverkinum hevur tað nokk merkst, sigur hann.

 

Hann sigur, at tað framvegis er sera langt millum partarnar og tí hevur felagið valt at herða verkfallið.

 

Seinnapartin verður stuðulsgonga á Tíghúsvøllinum og Jógvan Philbrow gleðist.

- Tað er deiligt at síggja, at tann vanligi føroyingurin tekur undir við krøvunum, sum vit hava og stuðlar okkum í tí. Tað haldi eg, at politikkararnir eiga at leggja sær í geyma og koma við einum veruligum útspæli, sum vit kunnu brúka til nakað, sigur hann.

 

Jógvan Philbrow óttast, at verkfallið ikki verður av í bræði.

- Eg veit ikki, hvussu leingi hetta fer at vara, men sum tað sær út nú, sær tað út til at tað fer at vera ein góð løta, áðrenn nakað hendur, sigur hann.

 

Trýst á pílin fyri at hoyra samrøðuna við Jógvan Philbrow.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her