Nú gera teir innrás í Keypmannahavn

Leygarkvøldið verður »Innrás: Keypmannahavn« í Amager Bio, og í morgun settu tónleikarar kós ímóti Danmark við flogfari hjá Atlantsflogi.

Innrásin í Keypmannahavn bjóðar tónleik og undirhald við Dynamit, Eyðuni & Terja, Sjúrði Skaale og Anders Lund Madsen.

Hetta verður fyrstu ferð, at Dynamit, sum byrjaði at spæla miðskeiðis í 1980’unum spælir í Keypmannahavn. Fyri júst 30 árum síðani luttóku teir í einari tónleikakapping hjá blaðnum Se & Hør og vunnu innleiðandi kapping í Jútlandi. Finalan skuldi haldast í Keypmannahavn, men Dynamit fekk ikki møtt til finaluna. Nú fara teir so umsíðir til Keypmannahavn at spæla.

Dyrnar í Amager Bio lata upp leygarkvøldið kl 21.00, og ein tíma seinni byrjar undirhaldið á pallinum.