Nú hava partrolarar brúkiligan fiskiskap

Tað er langt ímillum, at sagt verður um partrolararnar, at teir hava brúkiligan fiskiskap, men tað siga tey á Fiskamarknaði Føroya nú.

Fýra partrolarapør eru til fiskiskap í løtuni, og væntandi er, at nøkur partrolarapør aftrat fara út aftur skjótt.

 

- Fiskiskapurin hjá partrolarunum er brúkiligur í løtuni, og onkur pør koma inn at landa í næstu viku.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at tveir eru á Íslandsrygginum, og ein er á svartkalvaveiði. 

 

- Vit vænta, at annar av Íslandsrygginum kemur inn at landa í næstu viku. Ivasamt er, um hinir landa í næstu viku.

 

Lagt verður aftrat, at ein frystitrolari eisini er á svartkalvaveiði.

 

Av teimum smáu trolbátunum eru fýra á Skeivabanka. Nakrir fáa hvíting, havtasku og annan fisk, og nakrir fiska bara havtasku.

 

- Nakrir trolbátar koma inn at landa mánadagin, og nakrir koma seinni í vikuni.

 

Ein trolbátur er eisini norðanfyri. Teir fáa mest av toski og nakað av hýsu og flatfiski. Hesin trolbáturin landar mánadagin.

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og eitt fiskar havtasku.

 

- Øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya um útlitini til komandi viku.