Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 12.02.2019 (16:00)

Nú hevur Løgtingið samtykt eitt ógvuliga umstrítt mál

Nú hevur løgtingið endaliga samtykt, at vit skulu hava eina varskógvaraskipan fyri tey, sum arbeiða í almennu fyrisitingini. Tað merkir, at starvsfólk, sum varnast eitthvørt óregluligt á arbeiðsplássunum, skulu kunnu boða Landsgrannskoðaranum frá.

 

Tað skal vera við fullum navni, men undir allari víðari viðgerini verður fráboðarin dulnevndur, og tað verður eisini dult fyri øllum á viðkomandi stovni, hvør fráboðarin er.

 

Men fyri eini løtu síðani atkvøddi Løgtingið um málið, og tað varð samtykt. Men meirilutin var so tepur sum hann kundi vera, tí av teimum 23 løgtingsfólkunum, sum vóru til staðar, atkvøddu 12 fyri og 11 atkvøddu ímóti.

 

Tað hevur verið stór ósemja um hetta málið. Tey í samgonguni hava ført fram, at talan er um eina neyðuga skipan, tí tað hendir seg, at fólk tora ikki at siga frá óregluligum viðurskiftum, tí tey stúra fyri, at tað fer at fáa avleiðingar fyri tey.

 

Men andstøðan er grundleggjandi ósamd, tí tey kalla hetta eina slatriskipan, har tað skal bera til at hjá fólki at slatra um hvønn annan, og tað fer at skapa ótryggleika og misálit á arbeiðsplássum. Hetta fer at ala fram eina slatrimentan á arbeiðsplássum, og tey halda, at tað er óføroyskt, at seta eina slíka skipan í gildi.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her