Nú hevur Mark 80 íbúðir til lesandi

Sp/F Mark setir nú upp tær næstu 42 íbúðirnar til lesandi úti í Marknagili í Havn. Í fjør vórðu 38 íbúðir settar upp, og tær eru allar útleigaðar. Næsta stigið í verkætlanini var at seta upp 42 íbúðir afturat, og tað arbeiðið er nú í gongd.

 

– Vit vænta, at íbúðirnar verða klárar at flyta inn í til jólar, sigur Gordon Rajani, stjóri í Sp/F Mark.

 

Tær koma lidnar til landið. Tríggjar støddir eru av íbúðum. Tær minstu hava kamar við tekøki og wc við brúsu. Tær eru 20 fermetrar, hava ljóst trægólv og hvítar veggir, song og køliskáp.  komfýr, sjónvarp, internetstikk og antennustikk.

 

Tær næstu eru 36 fermetrar, og tær størstu, sum nú eru komnar, eru 46 fermetrar. 16 eru av teimum, har av 12 eru til rørslutarnað.

 

Tær hava kamar, wc við brúsu og stovu/tekøk. Ljóst trægólv og hvítar veggir.

 

Gordon Rajani greiðir frá, at umframt góðu umstøðurnar í hvørji einstøku íbúð, verður eisini gjørt felagsøki og felagshús, sum kann nýtast til ymisk endamál.

 

Felagshúsið, sum skal standa niðanfyri, er eisini komið og verður sett upp í næstum. Felagshúsið er til leigararnar at brúka. Har er felagskøkur, wc, avlamis wc, har eru stórskíggjar, breiðband og internet, sum leigarar frítt kunnu nýta, og omaná verður hugnalig glasterassa.

 

– Vit hava framtíðarætlanir, sum tó ikki eru búnar at tosa um enn, tí vit vilja hava hetta liðugt, áðrenn vit fara víðari, sigur Gordon Rajani.

 

– Men tá hetta er liðugt, helst næsta ár, fer Sp/F Mark undir nýggjar avbjóðingar. Men tað er sjálvandi treytað av, at Mark ikki skal kappast við tað almenna og kommunur, tí so hava vit ongan kjans, sigur hann.