Nú kemur graslíki á Hoyvíksvøll

Í dag hava Tórshavnar kommuna og Laiderz Aps. skrivað undir sáttmála um veiting og álegging av grasliki v.m. til Hoyvíksvøll.

 

Komandi fótbóltsvøllurin í Hoyvík liggur ovarliga við Karlamagnusarbreyt. Veitingin fevnir í høvuðsheitum um stoytdoyvingarlag, graslíki o.a.

 

Arbeiðið byrjar í apríl og skal vera liðugt um miðjan mai 2017.

 

10. september 2016 var innboðin licitatión upp á veiting og álegging av graslíki v. m. Seks feløg vóru boðin at bjóða, og fýra lótu inn tilboð, sum Laiderz Aps. so vann.

 

Tórshavnar kommuna hevur gjørt sáttmála við Sp/f HJ Asfalt um at gera fínplanering og at leggja drenasfalt á vøllin. Tað arbeiðið verður liðugt í mars 2017.