Sølan av nýggjum persónbilum higartil í ár er heldur lakari enn sama tíðarskeið í fjør.
Tað vísir mánaðrliga uppgerðin hjá Akstovuni.
Í fjør vórðu seldir 884 persónbilar fimm teir fyrstu mánaðirnar. Í ár er talið 860 bilar ella sløk 3 prosent lægri.
Talan hevur verið um dundrandi framgongd í bilsølutølunum sjey ár ár. Í hesi sjey »feitu« árini hevur vøksturin árliga ligið millum 8,1 prosent, sum hann var í fjør og 31,2 prosent, sum hann var í 2011.
Tí er nógv sum bendir á, at marknaðurin er við at verða mettaður. Men enn er frávikið ikki so stórt, at tað sum einki kann javna seg restina av árinum.
Vøksturin í søluni av nýggjum persónbilum hevur seinastu árini verið hesin:
2016: 8,1%
2015: 11,7%
2014: 16,4%
2013: 26,1%
2012: 28,3%
2011: 31,2%
2010: 18,1%
2009: -44,1%
2008: -31,6%