Leita á in.fo

Danjal av Rana 20.09.2017 (22:58)

Nú koma fyrstu skinkurnar til landið

Føroya Løgting samtykti í august, at nú ber til at innflyta úrdráttir ur svíni og mjólk til víðari góðsking í Føroyum. Hetta kom væl við hjá Jógvani Høj og Johan Mortensen, sum millum annað hava fingist við at turka skinkur, og nú eru teir farnir til verka í størri mun.

 

- Í næstum koma 80 skinkur til landið – hesar verða saltaðar og viðgjørdar og sum nakað nýtt verða hesar hongdar upp á Trøllanesi, har líkindini eru sera góð at turka, sigur Johan Mortensen.

 

Tað tekur umleið 14 mánaðir at turka eina skinku, so hesar fyrstu 80 verða búnar til jólini og nýggjárið 2018! Tær koma at viga millum trý og eitt hálvt og fýra kilo.

 

Ætlanin hjá Jógvani og Johan er at nýta Norðoyggjarnar – og so sjálvandi Múla – til hesa framleiðslur og til at turka ostar, tí har norðuri eru sera góðar umstøður at turka. Samstundis vilja tær marknaðarføra hesar náttúruperlurnar við øllum teimum søgum og sagnum sum knýta seg at teimum.

 

Hoyr Johan Mortensen greiða frá á Rás 2 við at trýsta á pílin undir myndini.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her