fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 7°C

Vindur 8.3m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 06.11.2018 (15:14)

Vil at fólk skulu sleppa at skifta kyn – tvær ferðir um árið

Verður hetta uppskotið samtykt, kunnu fólk í roynd og veru skifta kyn – tvær ferðir um árið. Tað staðfestir Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, sum er framsøgufólk fyri Fólkaflokkin í málinum, sum løgtingið nú viðger um løgfrøðiligt kynsskifti.

 

Tað er Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, sum hevur lagt uppskotið fram, og endamálið við tí er, at menn, ið føla seg sum kvinnu, kunnu søkja um at fáa nýtt p-tal og nýggjan samleika sum kvinna, og øvugt.

 

Eftir uppskotinum skal mannagongdin vera tann, at umsókn um at skifta p-tal skal latast avvarðandi myndugleika. Men seks mánaðir eftir at umsóknin er latin, skal tann tvørkyndi vátta fyri myndugleikanum, at ynski framvegis er um eitt nýtt p-tal, og so skal umsøkjarin fáa nýtt p-tal.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir sigur, at sostatt kunnu fólk skifta kyn, tvær ferðir um árið, alt eftir sum tað passar seg best. Hon nevnir eitt dømi og tað er ein maður, ið søkir inn á politiskúla, tí har eru kropsligu krøvini til kvinnur linari enn krøvini til menn. Men kann maðurin so broyta kyn til kvinnu, løgfrøðiliga, koma spælandi ígjøgnum skúlan, og so aftur skifta kyn, til mann, tá ið skúlin er liðugur?

 

Men hon spyr eisini, hvørja ávirkan hetta fer at fáa í gerandisdagnum. Hvat fyri skiftirúm skal ein maður brúka í svinjihøllini, tá ið hann løgfrøðiliga er vorðin kvinna? Og hvat við Kvinnuhúsinum? Og hvat er ein kvinna, sum fær p-tal sum maður, men sum síðani fær eitt barn. Er hon so pápi barnið løgfrøðiliga, men mamma barnið livfrøðiliga.

 

Helgi Abramansen, framsøgufólk fyri Sambandsflokkin heldur, at tað kann ikki vera so lætt at skifta kyn, at tað er bara at senda eitt teldubræv. Hetta er eitt uppskot, sum byggir á kenslur, og tær eru skiftandi. Eisini hann reisir spurningin um ymisk gerandislig viðurskfti, sum almenn wc. Ítrótt, har skilt verður ímillum ítrótt fyri menn og ítrótt fyri kvinnur.

 

Og hvussu við ættleiðing, kunnu tey so ættleiða frá londum, sum ikki loyva, at samkynd  ættleiða og kann prestur nokta at gifta tveir menn í kirkjuni, tá ið annar hevur løgfrøðiliga støðu sum kvinna?

 

Helgi Abrahamsen sigur, at fólk, sum hava trupulleikar av sínum kyni, verða ikki hjálpt bara av at skifta p-tal, tí tað skal nógv meiri til enn so.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her